top of page

Ársins mál er longu skotið



Vit áttu sigurin uppibornan.Men tað var ikki fyrr enn Magnus Egilsson hølvaði tað inn, sum longu má roknast sum stórfavotittur til ársins mál, at vit kendu okkum vís í sigrinum


Vit áttu heimavøllin, og eingin ivi var um, at vit vóru favorittar, tá B68 vitjaði í dag.

Fyrsta hálva tíman ella so livdu vit eisini upp til hendan leiklutin. Toftamenn vóru rárir gestir í okkara brotsteigi, og tað eydnaðist væl at leggja trýst á og koma til vandamiklar støður framman fyri toftamálið.

Sabala, sum hesa ferð var við frá byrjan, hevði góða støðu til stútara, men heldur ósjálvssøkið valdi hann at snitta bóltin til viðspælara, og so var tann møguleikin burturi.

Mál fingu vit tó, og hetta var eftir bókini. Hannes varð sendur avstað í høgru, og tá hann legði flatt út frá, smekkaði Bjarki umvegis eitt toftabein bóltin í meskarnar.

Vit høvdu eisini aðrar støður, men spakuliga komu gestirnir meira við í dystin, og tá gjørdist eisini vandamikið. Næst við vóru teir tó, tá Andrias skuldi rudda flatt innlegg burtur, men tíbur reageraði Mattias sum køtturin, so bólturin varð beindur burtur til horna.

Eftir steðgin løgdu gestirnir nógv fyri. Teir royndu at trýsta okkum, og fleiri vandastøður vóru, sum tíbetur ikki kastaðu nakað mál av sær. Vit kunnu so undrast á, at toftamenn sluppu at enda dystin við 11 monnum, eftir at Sebastian Lau alt í verðini ov ógvusliga steðgaði kontramøguleika hjá okkum við at syfta Erlend niður, men dómarin metti so bara støðuna til gult.

Vit høvdu eisini okkara møguleikar, men har skuldi nakað serligt til, áðrenn tað bleiv til 2-0. Magnus fekk bóltin frá innskifta Símun, og eftir at bakkurin hevði drigið nakað fram eftir vøllinum, bombarderaði hann kúluna upp í handara málhorn. Ein perla av teimum heilt stóru, og ivaleyst ein stórur kandidatur ársins mál, tá tað skal kjósast um hálvt ár. Kann vera, at tað er dekan ov tíðliga at tosa um ársins mál. Men skal nakar máta seg, so skal meira enn nakað serligt til.

Eftir hetta høvdu vit tamarhald á. Toftamenn fullu nakað í fátt, og vit vóru meira kontrollerandi, og so kunnu vit aftur fegnast um trý stig. Ella sum onkur tók til, so skulu vit kanska bíða 48 tímar við fagnaðinum, so vit eru vís í, at kærufreistin er farin 😉


B36-B68 2-0 (1-0)

1-0: Bjarki C. Nielsen, 8.

2-0: Magnus Egilsson, 76.


B36: Mattias Lamhauge – Jann Benjaminsen, Andrias Eriksen, Isak Jonsson, Magnus Egilsson – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson (Sonni Ragnar Nattestad, 88.) – Hannes Agnarsson (Símun Sólheim, 71.) , Aron Knudsen (Taufee Skandari, 61.) , Bjarki C.Nielsen (Andrass Johansen, 61.) – Valerijs Sabala (Benjamin Heinesen, 71.)

Gult kort: Hannes Agnarsson, 71.




Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page