top of page

Emma flytur í Gundadal

Emma Lind Simonsen fer at spæla við B36 í ár.


Hon er 20 ár og fekk sína fótbóltsuppaling í danska AaB.


Skúlaárið 2022/2023 las hon í USA og spældi við skúlaliðnum har. Hon vendi síðan aftur til AaB, har hon hevur spælt sum miðverji, men kann annars røkja fleiri pláss á vøllinum.

Í januar royndivandi hon í B36, og tað var eingin ivi um, at felagið vildi hava Emmu at spæla fyri B36.


- Eg kendi meg væl í felagnum og millum fólkini her, tá ið eg vitjaði B36 eitt vikuskifti í januar. Hetta er ein góður møguleiki at fáa nógva spælitíð og eisini nakrar góðar upplivingar, sigur Emma Lind Simonsen.


Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024.



Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page