Um fimtan dagar rullar bólturin aftur í bestu mansdeildini. Spælarahópurin er væl útborin, heldur høvuðsvenjarin, sum nú leggur seinastu smálutirnar í drúgva fyrireikingararbeiðinum til rættis.
- Tað hevur hilnast væl, og vit hava fingið nógv burturúr, hóast veðrið hevur ávirkað nakað. Spælskipanin verður ikki broytt stórvegis, men vit fara at broyta ávísar partar av spælinum, serliga tá ið vit hava bóltin, sigur Dan Brimsvík.
Tað hava verið nakrar skiftingar í hópinum í vetur. Mattias Lamhauge, Valerijs Sabala, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad og Taufee Skandari eru farnir aðrastaðni at royna seg, meðan Bjarti V. Mørk, Marius Kryger Lindh, Gutti Dahl-Olsen, Thomas Rømo Lillo, Jelle van der Heyden og Vilmer J. Rönnberg nú hava fótbóltsbústað í B36.
Høvuðsvenjarin er sera væl nøgdur við tilgongdina.
- Teir støðast væl og hava skjótt vant seg við viðurskiftini her. Vit hava fyrst og fremst lagt okkum eftir at fáa svangar spælarar inn í hópin, sum vilja gera alt fyri, at vit røkka settum málum. Tað hevur eisini verið knívskorið, at vit hava valt teir spælararnar, sum vit halda rigga væl til okkara spælskipan. Somuleiðis hava vit fingið fleiri royndar spælarar inn í ein ungan hóp við millum øðrum Thomas Rømo Lillo og Jelle van der Heyden, sigur hann.
Hann ásannar kortini, at ein brikkur vantar framvegis í stóra putlispælinum.
- Hetta er ein sera spennandi hópur at arbeiða við, og ætlanin er at fáa ein álopsspælara afturat, sigur hann.
Manshópurin hevur í nógv ár havt eina sunna tilgongd av ungum spælarum, sum eru uppaldir í felagnum. Brimsvík fer framhaldandi at gera nógv fyri at halda fast í hesum leistinum.
- Ein avgerandi partur av strategiska arbeiðinum í B36 er at hava eitt sunt og sterkt venjingarumhvørvi í ungdómsdeildini, so vit fáa fleiri av egnum uppaldum spælarum á besta liðið. Tað gera vit best við einum sterkum venjaratoymi kring ungu spælararnar, og í vetur hava vit sett yrkisvenjarar at taka sær av hesum.
- Í hópinum eru fleiri unglingar við góðum evnum. Vit vita, at arbeiðið við spælaramenning gongur ikki í beinari tíðarrøð, og tað kann av tí sama vera torført at siga, nær einstaki spælarin er fullbúgvin og til reiðar at fáa sítt frambrot. Summir teirra hava longu fingið seg royndar, meðan aðrir skulu stríðast fyri sínum møguleika. Sum heild rokni eg við, at fleiri av teimum ungu spælarunum fara at vera sjónligir í ár.
B36 spælir fyrsta landskappingardystin ímóti B68 á Svangaskarði tann 9. mars.
Commenti