+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Limagjald

Limagjald

Limagjald 2026

Dagført 8. november 2025

Limagjald verður goldið í einum umfarið kring byrjan av árinum.
Fyri U13 og eldri fellur árliga limagjaldið 1. februar 2026. (Gjaldsleinkja er tøk á Holdsport frá 18. januar)

Fyri U11 og yngri fellur árliga limagjaldið 1. apríl 2026. (Gjaldsleinkja er tøk á Holdsport frá 18. mars)

Fyri at luttaka í kappingum og dystum, er treyt at limagjald er goldið.

Nýggj kunnu venja við í 14 dagar uttan at gjalda limagjald. Eftir royndartíð, má tilmeldast á viðkomandi liðið niðanfyri.

1. Deild Menn:  1.500 kr.
1. Deild Kvinnur:  1.500 kr.

U21 Menn:  1.500 kr.

U17 Dreingir:  1.500 kr. – Tilmelding her

U16 Gentir:  1.500 kr. – Tilmelding her

U15 Dreingir: 1.500 kr. – Tilmelding her

U13 Dreingir:  1.400 kr. – Tilmelding her
U13 Gentir:  1.400 kr. – Tilmelding her

U11 Dreingir: 1.300 kr. – Tilmelding her
U11 Gentir: 1.300 kr. – Tilmelding her

U9 Dreingir:  900 kr. – Tilmelding her
U9 Gentir:  900 kr. – Tilmelding her

U8 Dreingir:  900 kr. – Tilmelding her

U7 Dreingir:  800 kr. – Tilmelding her

U7 Gentir:  800 kr. – Tilmelding her 

Fótbóltur og spæl (fødd 2020 og seinni):  Einki

Fótbóltur fyri øll:  Einki

Hvílandi limir og íðkandi eldri enn 35 ár:  kr. 800

Tá limagjaldið er goldið, hevur tú/barnið:

  1. Møguleika at venja við B36 undir leiðslu av góðum venjarum
  2. At verða skrásettur sum leikari hjá B36 og luttaka í kappingum
  3. At fáa dystarbúnar frá B36, tá tú verður úttikin til dyst
  4. At vera fevnd/ur av tryggingarskipanini hjá ÍSF, sum eisini dekkar venjingar. Les meira um felags vanlukkutryggingina hjá ÍSF her
  5. At fáa ferðaseðlar til SSL gjøgnum felagið
  6. At hava møguleika at taka lut í sosialum tiltøkum, hugnaløtum og øðrum, sum felagið skipar fyri
  7. Framíhjárætt at tilmelda til venjingarleguna Pro Camp, sum B36 skipar fyri á hvørjum árið. (Sleppa framat tilmelding, nakrar dagar áðrenn hon alment letur upp).

Systkinaavsláttur er kr. 200 fyri næsta, triðja og fjórða barni – Pr. ár.

Hevur tú tað trupult fíggjarliga, so ber til at søkja um stuðul til frípláss.