+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

William Rygaard til B36

William Rygaard hevur seinnapartin skrivað undir sáttmála við B36.

19 ára gamli danski álopsspælarin hevur seinastu tvey árini verið sáttmálabundin í AGF. Hann er kraftmikil spælari við stórum menningarmøguleikanum, sum eisini er vanur at skjóta mál.

Nú er hann komin til Føroya og B36 at taka næsta stigið á yrkisleiðini.

– Eg eri spentur at fara undir nýggjan kapittul í B36. Tá felagið greiddi mær frá sínum ætlanum fyri framtíðina og meg sum spælara, so kendist hetta beinanvegin sum eitt rætt stig at taka. Eg eri vísur í, at eg fari at menna meg nógv í Gundadali, og eg gleði meg at fara ígongd, sigur hann.

William Rygaard er næsti spælarin, sum er komin inn í besta manshópin í summarsteðginum. Herfyri vendi Pætur Petersen aftur til B36 úr Hillerød, meðan Torgeir Børven hevur takkað fyri seg. Í august fer Tobias Elmelund Hansen eisini av landinum í lestrarørindum, og hann fer sostatt ikki at spæla fyri B36 eftir summarsteðgin.

Avtalan millum B36 og Rygaard er í fyrsta umfari galdandi fyri hetta kappingarárið.