+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

100 ferðir í luftini

Í gott hálvttriðja ár hevur B36 Varpið verið partur av sendiskránni í FM1, og í dag var sendingin í luftini fyri 100. ferð.

Verturin Ronnie Thomassen hevði sum formaður í fjepparafelagnum Floksmonnum gingið við hugskotinum í eina tíð, tá hann eftir ársskiftið 2024 setti sær fyri at framleiða sendingar við søgum um B36. Og so gekk tað skjótt.

– Tað vóru fýra dagar millum, at eg hevði tikið avgerðina til fyrsta sendingin var í umferð, minnist hann.

Lagt var til brots tann 1. februar 2024 við einari longri samrøðu við okkara táverandi høvuðsvenjara, Dan Brimsvík.

Sendingarnar eru annars óheftar av felagnum sjálvum. Tað vil siga, at Ronnie hevur fulla redaktionella ábyrgd av øllum sendingunum. Honum hevur altíð dámt væl fótbóltssøgu, og hann setti sær beinanvegin fyri, at sendingarnar skuldu vera perspektiverandi við greiðum tema, og ikki so stýrdar av løtumyndum.

– Hetta skuldi verið eitt øðrvísi fjepparavarp enn tað, sum vit kenna aðrastaðni frá. Ætlanin var upprunaliga at fáa lýst allar krókar og funktiónir í B36 sum felagsskapi, ið ikki altíð eru so sjónligar. Sum fráleið fóru vit eisini at siga aðrar søgur úr føroyska fótbóltsheiminum sum heild, sigur Ronnie. Tað hevur havt við sær, at onkur sending hevur verið um onnur feløg, t.d. ein sending um meistaraheitið hjá B71 í 1989, ein sending um endurreisnina av KÍ og eitt “grannavarp”, har kendu HB’ararnir Poul Michelsen og Jógvan Páll Lassen luttóku.

Sum vertur fyrireikar hann seg og gestirnar væl. Handrit er til allar sendingarnar, og tað er av góðum grundum. Royndirnar siga honum, at besta úrslitið fæst, um gestirnir hava havt tíð at hugsa um spurningarnar, ið hann vil seta. Samstundis eru sendingarnar livandi við plássi at bróta frá karminum, sum er lagdur.

– Mær dámar best at arbeiða fram í tíð, og av tí sama havi eg lagt eina vikuliga ætlan fram til ársskiftið. Tað vil siga, at eg veit, hvat næstu 30 sendingarnar fara at snúgva seg um, sigur hann vælvitandi, at støður kunnu taka seg upp, sum gera, at okkurt evnið verður framskundað, ella at onkur aktuell sending kemur upp ímillum.

Vælvildin hevur verið stór, og hann er takksamur fyri, at tey allarflestu játta at luttaka sum gestir í sendingini. Onkur eru meira miðlavand enn onnur, men tað skal ikki vera orsøk til, at fólk setast aftur.

– Øll, sum eru og hava verið virkin í føroyskum fótbólti, eiga eina góða og virðismikla søgu at fortelja, og sum vertur royni eg at skapa tryggar umstøður rundan um einstøku upptøkurnar, sigur hann.

Dømi um stóra fjølbroytni í sendingunum er, at í mars var 90 ára gamli Ludvík (Blondie) Ejdesgaard gestur, har hann greiddi frá um meistaraliðini í 1959 og 1962, sendingin um hetlendskan fótbólt, við Jóan Paula Jacobsen sum gesti, frá desember í fjør og samrøðan við Robert McBirnie um hansara fótbóltsleið, sum gekk ígjøgnum VB, B36 og ein einstakan dyst fyri víðagitna 66 liðið hjá KÍ.

Ein av best umtóktu sendingunum, mált í lurtaratølum, hevur verið samrøðan við 16 ára gomlu Ásu Lea Ellefsen Næss og 15 ára gomlu Sigrið Hansdóttir á heysti í fjør um skiftið frá gentufótbólti til kvinnufótbólt. Saman við sendingini við Báru Magnussen og Jasmin Darvishi, sum var send herfyri, og sendingini við Jákup á Borg, Trónd Vatnhamar og Fróða Clementsen í síðstu viku, hevur tann sendingin havt størstu undirtøku millum teirra, sum hava trýst seg inn á sendingarnar á heimasíðuni hjá FM1.

Ronnie hevur rokkið fyrsta málsetninginum, sum var at røkka 100 sendingum. Nú er tann næsti málsetningurin settur.

– Tað er at gera sendingarnar í fimm ár, sigur hann.