+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Skulu arbeiða okkum upp úr aldudalinum

Tá 26 ára gamli Gilli Samuelsen fyrr í ár kom á vøllin í B36-troyggjuni í bestu deildini, so var tað fyrstu ferð í góð sjey ár, at hann umboðaði barndómsfelagið í fremstu røð.

Hann flutti úr B36 eftir kappingarenda í 2019. Hann var í 07 Vestur og B68, men skaðar og lesnaður hildu honum aftur í longri tíð. Undan kappingarárinum í ár vildi hann aftur royna seg í B36, og tað hevur hilnast væl.

– Persónliga eri eg sera glaður fyri møguleikan at sleppa upp í part á besta liðnum aftur. Eg havi fingið nøkur fín innhopp, og eg haldi, at eg havi framvegis nógv at geva bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Tað mest umráðandi er, at eg haldi meg skaðafrían, so eg kann hjálpa liðnum uppaftur meira, sigur hann.

Menninir hava verið í einum leikligum aldudali í seinastuni, men nú ræður um at arbeiða seg burturúr trongstøðuni.

– Tað er eingin loyna, at spælið hevur ikki verið eftir vild seinastu dystirnar, men vit kunnu bara peika inneftir og gera tað betur hvønn dag. Tað er eisini umráðandi, at vit ikki peika fingrar eftir øðrum, men duga at hyggja inneftir. Sum vit plaga at siga, um tú ger títt, so ger liðið sítt. Megna vit tað, so hava vit ein góðan møguleika at koma heim við teimum trimum stigunum í dag, sigur Gilli Samuelsen.

Seinnapartin eru menninir við Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti. Gilli sigur, at sundalagsmenn hava staðið seg væl ímóti toppliðunum í ár við einum góðum og disiplineraðum taktiskum uppleggi.

– Eg rokni við einum tøttum dysti, har vit mugu leggja nógv fyri frá fyrsta bríksli. Eg vóni at síggja nógvar áskoðarar, sum kunnu stuðla okkum, tá tað fer at standa á, sigur hann.

Leikarastuðul hjá Gilla Samuelsen er Sandavágs Timburhandil.