+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Vit vita, hvat hetta hevur at siga fyri B36-fjøldina

Í kvøld er toppdystur og stevnudystur við Løkin í Runavík. B36 og NSÍ eru í løtuni oddalið saman við KÍ við 26 stigum hvør.

– Toppdystur ímóti NSÍ við Løkin á Eystanstevnu eru framúr karmar at spæla undir. Tað eru dystir sum hesir, sum allir spælarar vilja spæla, og eg gleði meg, sigur Leivur Guttesen.

Í landsliðssteðginum hava teir í hópinum havt góðar stundir at fyrireika seg til hendan dystin.

– Vit hava brúkt tíðina at bygt víðari, og vit hava lagt nógv fyri, tí vit skulu allatíð menna allar partar av spælinum, bæði sum lið og einstaklingar. Vit rokna við einum intensum dysti í Runavík við góðum spæli og nógvari ferð, og vit hava fult fokus á uppgávuna, samstundis sum vit eru sera spentir at sleppa á vøllin. Vit vita, hvussu nógv hetta hevur at siga fyri B36-fjøldina, og vit fara at gera alt fyri at fáa eitt gott úrslit við heim til Havnar, sigur hann.

Leivur hevur nú verið í B36 í nakrar mánaðir. Í februar flutti hann til B36 at spæla. Barnaskógvarnar sleit 24 ára gamli havnarmaðurin í HB, so tað var eitt umskifti at fara í hvítu spælitroyggjuna. Tað vandi hann seg kortini skjótt við.

– Eg skal vera erligur og viðurkenna, at tað var við ávísum fjáltri, at eg skifti til B36 í vetur. Eg visti ikki, hvørjum eg skuldi rokna við, tá eg trein inn í B36-húsið fyrstu ferð. Tað vísti seg, at øll tóku sera væl ímóti mær, og eg ásannaði eftir stutta tíð, at her kenni eg meg heima. B36 er eitt ambitiøst felag við góðum umstøðum, og eg trívist væl bæði á og uttanfyri vøllin, sigur hann.

Í fjør spældi Leivur á Toftum í nakrar mánaðir, og tað var júst á Toftum, at Leivur fekk avgerandi ávirkan fyri tveimum vikum síðan. Leivur hevði sum innskiftari verið á vøllinum nakrar fáar minuttir, tá B68 økti til 4-1, men so svaraði B36 aftur. Við góðum uppleggi spældi hann fyrst Torgeir Børven í góða støðu, sum stútaði bóltin í netið til 2-4. Og so fekk hann eisini frísparkið, sum førdi til útjavnandi málið í evstu løtu.

– Tað er altíð trupult at spæla á Svangaskarði, og støðan var torfør, tá eg kom á vøllin. Vit kastaðu kortini ongantíð frá okkum, og tað sigur nógv um karakterin á hesum liðnum, at vit vóru førir fyri at stríða okkum inn aftur í dystin, og ikki mistu trúnna á, at tað bar til. Tað taka vit við okkum til Runavíkar í dag, sigur hann.

Leikarastuðul hjá Leivi Guttesen er Byggitilfar.