+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Benjamin tekur yvir í 1. deild

Benjamin Heinesen hevur tikið við høvuðsábyrgdini av okkara næstbesta mansliði. Higartil í ár hevur hann verið hjálparvenjari hjá Tór-Ingari Akselsen, sum hevur fingið møguleikan at vera høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.

30 ára gamli Benjamin Heinesen fór undir venjaragerningin í vetur eftir at hava spælt 301 dyst fyri besta liðið hjá B36. Sum hjálparvenjari hevur hann verið við til at lagt okkara ungu spælarum á næstbesta liðnum lag á.

Í gjár vunnu teir 3-0 í Trongisvági á besta liðnum hjá TB. Miðalaldurin á teimum, sum vóru í hópinum, var 18,7 ár. 17 ára gamli Axel Holm Simonsen, 18 ára gamli Stefan Djumic og 20 ára gamli Tórur Eið Eliasen skutu málini.

B36 takkar Tór-Ingari Akselsen fyri gott samstarv og gott arbeiði hetta hálvt annað árið, sum hann var í B36, og ynskir honum bestu eydnu við nýggju avbjóðingini.