
29.05.26: NSÍ – B36 0-1 (0-0)
Tað hevur gingið upp og niður hjá kvinnunum síðani vit hoyrdust seinast. Undirritaði hevur verið uttanlanda og av tí sama ikki sæð dystirnar ímóti 07 Vestur og KÍ. Eftir góða avrikið ímóti HB var vón fyri framman, men so taptu vit á 07 í steypakappingini. Tað var ikki eftir ætlan, men so var aftur eitt avbera gott avrik ímóti KÍ. Eftir dystin fekk Eliesar eina heilsu frá KÍ venjaranum, at hann var imponeraður av, hvussu nógv liðið hevði tikið seg fram síðani, vit vitjaðu í Klaksvík fyri góðum mánaða síðani.
Spurningurin var so, hvat lið møtti upp til dystin í Runavík. Onki sá út í fyrra hálvleiki og nógv bendi á, at hetta fór at enda sum ímóti 07 Vestur, men lat okkum taka liðið áðrenn vit koma so langt.
Portia vardi málið. Elsa Anna var flutt út á høgra vongbakk, tí Jiselle kom inn í miðverjuna saman við Báru og Marin. Sesilia var úti í vinstru. Miðjan var hin sama sum seinastu dystirnar, Lilja, Marta og Ragnhild og ovast uppi vóru Ester og Livyan.
Undir upphitingina vóru tað fleiri, sum bitu merki við, at vøllurin kendist tungur at renna á, og bólturin ferðaðist seint eftir turra graslíkinum. Tað sást eisini aftur á spælinum fyrstu løtuna. Sendingarnar vórðu ov stuttur og óneyvar, og so varð lætt hjá runavíkingum at bíða eftir onkrari skeivari sending og leypa á. Einans Ragnhild sýndist at hava lisið av at til bar at sparka harðari enn vanligt. Sendingar, ið høvdu farið út á váta vøllinum í Gundadali, steðgaðu nú upp, og nakrar ferðir fekk hon sent Livyan og Ester oman í frímerkini, sum Eliesar plagar at kalla tað.
Kortini spurdist lítið burtur úr hjá okkum. Tí var tað sum at fáa stein omaná byrðu, tá Ester mátti av vøllinum við einum skaða, tá bert 10 minuttir vóru spældir.
Tað var NSÍ, sum hevði teir stóru møguleikarnar í fyrra hálvleiki. Alt ov ofta sluppu tær at standa leysar ímillum verjuna og miðjuna hjá okkum. Nakað av hepni høvdu vit kortini við okkum, tí skotini hjá NSÍ vóru ofta óneyv. Heidi Sevdal royndi seg kortini við góðum langskotið, men Portia var heilt uppi í horninum og jústaði bóltin uppum.
Stutt undan hálvleikinum slapp NSÍari at standa frí í brotsteiginum. Bólturin sprakk leysur, Portia leyp út og í samanbrestinum fór bólturin um bakklinjuna, og Portia bleiv liggjandi. Eftir eina løtu bleiv tað dømt málspark. Bonkurin hjá NSÍ var í øðini, men høvdu tey sæð merkið á læri Portiu – Tú kundi telja, hvussu nógvar dubbar NSÍarin hevði undir gaggunum – høvdu tey helst tikið til takkar við, at tað ikki bleiv til eitt reytt kort.
Portia fekk eitt fúlt trælær, men at skiftast út kom ikki uppá tal! Portia og Abigail, ið verjur málið hjá NSÍ, eru báðar úr Gana og eru tær sum systrar. Tær sita til sama brúdleyp í Miðvági í vikuskiftinum, og ikki talingur um, at Abigail skuldi kunna prika við nøkrum frá dystinum. Portia haltaði, tað sum eftir var av hálvleikinum, men tá NSÍ royndi seg við einum innleggið, kom hon lættliga út og loftaði.
Tykkum kunnugt hava vit ein tvøramann við á bonkinum, og í hálvleikinum fekk hann fríar teymar at loysa fyri tungubandinum. Nú mátti annað skin um bakk, annars bleiv hann óndur, ella hvat tað er suðringar siga. Hann kann sjálvur viðmerkja undir uppslagnum, akkurát hvat bleiv sagt. Síðani kom Eliesar við nøkrum taktiskum broytingum.
Okkurt hava teir báðir gjørt rætt, tí genturnar vóru sum hamskiftar í seinna hálvleiki. Eftir bara fimm minuttir høvdu vit havt tríggjar góðar kjansir. Fleiri enn í øllum fyrra hálvleiki tilsamans, og á televarpinum hava teir viðmerkt, at okkara vunnu fyrsta, annan og triðja bóltin hvørja tí evig einastu ferð.
Eitt NSÍ langskot fór langt framvið, men onkursvegna bleiv tað til horna. Vit vóru vísir í, at hann bara skrúðaði út. Hornaði bleiv skotið innfyri, Portia kom út og loftaði og sendi ein langan bólt oman í høgru. Millum fleiri verjuleikarar fekk Livyan krøkt hann til sín. Hon sendi hann víðari til Ragnhild, ið hevði sæð, at Abigail stóð nakað langt úti úr málinum, so hon gjørdi ikki mætari enn at hon í einum vøkrum boga legði bóltin í longra mál horn.
Okkara fyrsta mál, ið alt ov langa tíð, og tá setur tað seg í kenslurnar. Undirritaði og áðurnevndi tvøramaðurin lupu í armarnar á hvørjum og hálsfevndust so hjartaliga. Genturnar á bonkinum hava neyvan sæð tveir vaksnar menn so glaðar áður, tí tað bleiv tosað um klemmið í eina góðu løtu afturat eftir málið.
1-0, og hvat er annað at gera enn at hálsfevnast, tá B36 skorar?
Og vit hildu á. Serliga Livyan var væl uppløgd. Fyrst royndi hon seg við langskotið, ið fór beint framvið. So slapp hon at standa leys við Abigail, sum bjargaði heilt væl, og til seinast fluktaði hon bóltin beint uppum. Hevði hann sitið, høvdu vit snakkað um ársins mál. Bára P., ið kom inn fyri Ester, slapp eisini frá verjuni, men Abigail fekk akkurát fótin á, tá Bára skuldi trekkja framvið. Og burtur úr ongum stóð Elsa Anna brádliga frí í sekstanmetrinum, men skotið var mitt á málverjan.
2-0 var meira sannlíkt enn 1-1, men NSÍ fekk kortini ein risa møguleika. Heidi Sevdal, sum verjan sum heild hevði havt gott tamarhald á, slapp at renna. Hon fór framvið tí fyrstu, tí næstu, og tá Portia helt seg hava lisið av, at trekkið bleiv ov langt, slapp Heidi eisini framvið henni. Heidi mátti brúka eitt eyka fet fyri at fóta sær, so skeyt hon, men Portia, sum enn haltaði, var skjót og fekk so mikið á bóltin, at hann misti ferðina, og Bára kundi rudda hann burtur á mállinjuni.
Sigurin nærkaðist, og tað merktist. Hvør leikur bleiv fagnaður, og vit fara seint at gloyma, tá Andras rópti, “Bára, I love you!”, tá Bára P fekk sær gult kort fyri eitt fríspark langt inni á hálvuni hjá NSÍ.
Seinni hálvleikur bleiv væl tikin samanum, tá Jiselle, eftir at hava verið við frammi til horna, fór við ein glíðandi takling heilt niðri í horninum og sendi bóltin út til innkast, bara tí hon kundi. NSÍ royndi at trýsta, men tær komu ikki til tað stóra. Onkur spent støða her og har, men einki sum av álvara bleiv vandamikið. Tá vit so fingu eitt fríspark á miðjuni langt inni í yvirtíðini var sloppið. Trý stig og vend kom í. Júst, sum vit vistu tað fór at gera.
Nú fara kvinnurnar í landsliðssteðg. Tíverri hava vit onga við hesa ferð, men landsliðsvenjarin var til dyst í Runavík, og skal hann hava sagt, at hetta var besti hálvleikur, hann hevur sæð nakað lið í deildini spælt í ár. So hvør veit? Onkra hevur hann kanska í hyggju. Næsti dystur verður í Gundadali fríggjadagin 12. juni, tá Skála ÍF kemur á vitjan. Tá er upplagt at koma til fótbólt, áðrenn leiðin gongur vestur á Country Festival.
