
17 ára gamli Djóni Sivertsen fær støðugt størri ábyrgd á okkara besta mansliði. Sum innskiftari og útskiftari hevur ágrýtni miðvallarin verið á vøllinum allar 10 landskappingardystirnar higartil, og avrikini hava verið góð og støðug.
– Eg trívist væl við ábyrgdini, sum eg fái, og her er nógv gott fólk, ið hjálpa mær og geva mær góðar arbeiðsumstøður, sigur hann.
Síðsta vikuskiftið var hann aftur millum teir fyrstu ellivu, tá B36 vann á Skála. Við góðum stútara var eisini um reppið, at hann kom á máltalvuna, men skálamenn ruddaðu bóltin burtur á málstrikuni.
– Vit vóru væl nøgdir við úrslitið, men tað vóru tó løtur í dystinum, har avrikið átti at verið betri. Vit iðraðu okkum serliga um fyrra hálvleik, har vit kanska ikki vóru nóg tendraðir frá byrjan, men tað fingu vit rætta so líðandi, sigur Djóni.
Fyrstu ferð, at Djóni var á besta liðnum, var vesturi í Vágum í september 2024. Í kvøld eru vágamenn í Gundadali, og sum altíð er treytin, at menninir mugu leggja nógv fyri at fáa stigini í hús.
– Tað var ein tørførur dystur, tá vit spældu í Sørvági herfyri. Vit vunnu 1-0, men vágamenn arbeiddu væl og megnaðu at gera tað trupult fyri okkum. Vit vænta ein truplan dyst aftur í kvøld, har vit mugu arbeiða hart og spæla við høgari leikferð, sigur hann.
Leikarastuðul hjá Djóna Sivertsen er grannskoðaravirkið Januar.
