
Seinnapartin tekur B36 sum oddalið ímóti verandi føroyameistarunum úr Klaksvík. Oddadysturin í Gundadali er greitt tekin um, at tað hevur hilnast væl hjá monnunum higartil. Úrtøkan hevur verið góð, og teir eru framvegis ósigraðir í landskappingini.
Sum við øllum øðrum, so kemur heldur einki av sær sjálvum í fótbólti, og í hópinum eru teir greiðir yvir, at tað skal arbeiðast beinhart og miðvíst fyri hvørjum einasta stigi.
– Lagið er gott, og góðu løturnar eru góður íblástur, og fyri okkum snýr tað seg nú um at fáa øll stigini seinnapartin, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari.
Seinastu vikurnar hevur verið stutt millum dystirnar, og spælararnir trívast væl við tí.
– Tað eru ofta smálutir, sum avgera dystirnar, og spælararnir hava víst, at teir eru sinnaðir at gera alt fyri at fáa tað at venda okkara veg. Tað ræður um at vera til staðar á vøllinum, tá trýstið kemur, og tað hava spælararnir sum heild dugað væl higartil, sigur hann.
Dysturin millum B36 og KÍ verður í Gundadali klokkan 17:00.
See less
