
Í kvøld, týskvøldið, hevði starvsnevndin fyrsta nevndarfundin við Edvardi Heen sum formanni og Nicolai M. Balle sum kassameistara.
– B36 er og skal framhaldandi verða ein rúmligur felagsskapur, ið vil binda fólk saman við spæli og minniligum løtum. Sum fótbóltsfelag verða vit ongantíð liðug við at menna fjølbroyttu
tilboðini, sum vit veita børnum og ungum, gentum og dreingjum, í einum sunnum og sosialum ítróttaumhvørvi, og frameftir fara vit eisini at leggja stóru orku í ungdómsarbeiðið, sigur Edvard, ið fegnast um álitið og móttøkuna sum formaður í B36.
Sum felag skal B36 lyftast í felag. Tað krevur nógvar sjálvbodnar hendur at reka stóra virksemið, sum er í Gundadali mest sum hvønn dag alt árið á tamb.
– B36 er eitt væl rikið felag við nógvum eldsálum, og uttan teirra ríka sjálvbodna arbeiðið ber lítið og einki til. Vit vilja hava so nógv við í hópin sum tilber. Tað ger stóran mun, um tað so bara er ein einkultan dag um árið, sigur hann.
Ítróttaliga eru langtíðarætlanir lagdar fyri besta kvinnuliðið og mansliðið, og har hevur stóra ungdómsarbeiðið eisini avgerandi týdning fyri kósina, sum B36 gongur. 2026 er ein búningartíð fyri kvinnurnar, meðan menninir skulu spæla seg í evropeiska kapping í ár.
– Kvinnuliðið og mansliðið skulu sjálvandi eisini hava upplagda fyrimunin av góða ungdómsarbeiðinum í felagnum, og tað krevur, at okkara egnu spælarar fáa møguleikan at vísa seg fram á besta liðnum. Vit eru væl áleiðis, og tað verður á hesum grundarlagnum, at liðini skulu vinna seg upp aftur á ovastu rók í føroyskum fótbólti, sigur Edvard Heen, formaður í B36.
