+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

B36 Brunsj 10. mai

Heimadystur ímóti KÍ í Meistaradeildini hjá monnum og B36 Brunsj í B36 húsinum.

Sunnudagin 10. mai kl. 15.00 spælur besta lið hjá monnum heima ímóti KÍ, og í hesum sambandi verður B36 Brunsj í B36 húsinum kl 13.00

Ung sum gomul, Flokksmenn ella bara vanligir fjepparar, hita upp í B36 húsinum, við góðum brunsj, práti og B36 tónum frá kl. 13.00, 10. mai 2026.

Jákup Mørk stendur við komfýrin og diskar upp við egg og bacon, amerikanskum pannukøkum og øðrum góðum. 

Tilmeldingar- og/ella keypsfreist er fríggjakvøldið 8. mai, á midnátt.

BRUNSJ MENU
* Egg og bacon
* Amerikanskar pannukøkur
* Breyð og bollar og viðskeri
* Jogurt/skyr og músli
* Frukt og djús
* Pannacotta
* Kaffi og te

KOSTNAÐUR fyri limir
* 100,- kr. fyri vaksin (15 ár og eldri) 
* 75,- kr. fyri børn (frá 5 ár og til og við 14 ár) 
 
KOSTNAÐUR fyri ikki-limir
* 125,- kr. fyri vaksin (15 ár og eldri) 
* 100,- kr. fyri børn (frá 5 ár og til og við 14 ár) 
 
DYSTARATGONGUMERKI
* Dystaratgongumerki kostar vanliga 100,- fyri vaksin. Fyri brunsjgestir 10/5 kostar dystaratgongumerki 75,- kr. 

PS: upprunaliga var lýst, at brunsj skuldi vera 3. mai tá B36 og NSÍ eftir røttum skuldu leika, men FSF hevur flutt heimadystin ímóti NSÍ til mánakvøld, tí verður brunsjin flutt til sunnudagin 10. mai tá Klaksvíkingar koma í Gundadal.

Keyp atgongumerki í sjoppini : https://b36shop.fo/products/b36-brunsj-3-mai-2026