
Landskappingardysturin millum B36 og Skála, sum skuldi byrja í Gundadali klokkan 17:00, er fluttur til klokkan 17:30.
Seinkingar gera, at tað er neyðugt at flyta dystin millum B36 og TB í næstbestu mansdeildini til klokkan 14:30, og av tí sama er dysturin millum B36 og Skála eisini fluttur ein hálvan tíma.
Síggjast í Gundadali!
