
Í kvøld verður grannastríð í Gundadali, tá HB og B36 bresta saman.
Í hópinum er lagið gott, og menninir eru sum heild nøgdir við úrtøkuna higartil, sigur liðskiparin Hannes Agnarsson. Undan hesum umfarinum er B36 oddalið við sjey stigum eftir fyrstu tríggjar dystirnar.
– Dystirnir higartil hava verið sera ymiskir, og av tí sama eisini læruríkir. Kanska hava teir ikki verið so undirhaldandi til tíðir, men tað er ikki óvanligt, tá so stutt er fráliðið. Vit hava verið sera stinnir í verjupartinum, og vit vístu eisini ágrýtið álopsspæl í dystinum ímóti B68, sigur hann.
Landsliðssteðgurin hevur verið eitt høvi hjá monnunum at arbeitt meira miðvíst við tí, sum bøtast skal um. Og tíðina hava teir brúkt skilagott, heldur liðskiparin.
– Vit hava vant hart og væl, og vit hava bygt upp á bæði kropsliga og fótbóltsliga. Seinastu dagarnar hava vit arbeitt miðvíst fram ímóti dystinum i kvøld, og vit hava fyrireikað okkum væl, sigur hann.
27 ára gamli Hannes Agnarsson hevur fyrr spælt nógvar grannadystir, og hann veit av royndum, at stríðið um Gundadal er nakað serligt.
– Hesin dysturin fer helst at minna um teir, sum vit spældu i fjør. Tað verður ein tættur dystur við nógvum nærdystum, og í løtum eisini rótutum spæli. Tá avtornar verður tað helst stríðsviljin, sum fer at avgera dystin. Menninir eru sera spentir til ársins fyrstu grannauppgerð, og vit vóna, at nógv fólk vera í Gundadali og stuðla okkum, sigur hann.
Dysturin millum HB og B36 byrjar klokkan 18.00.
Leikarastuðul hjá Hannes Agnarsson er Mykinesstova • Mykineslon.
