+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Mistu stigið í evstu løtu

B36 – NSÍ 0-1 (0-0)

Um páskirnar var stutt millum dystirnar, og undirritaði hevur ikki havt stundir at fylla sær svarta B36 krússið (sum kann keypast á b36shop.fo ) og set seg niður at skriva, so dystarfrásøgnin ímóti Víkingi er tíverri dottin niður ímillum. Stutt kann sigast um dystin, at sterka Víkingaliðið var betri og vann uppiborið. Okkara evnaríka, men unga og óroynda lið, fekk av álvara roynt seg og skulu tær mennast og brynjast, so skulu tær eisini fáa tíð og rúm til at gera misstøk og kenna harða mótgongd. Sálarliga sum fótbóltsliga.

Nokk um tað. 2. páskadag kom NSÍ á vitjan í Gundadal. Portia vardi málið, Elsa Anna, Marin og Marta spældu í miðverjuni og Sára og Sesilia á hvør sínum vongbakki. Bára S. var flutt upp á miðjuna saman við Lilju. Jasmin var á 10’arinum og Ragnhild og Ester álopinum.

Fyrri hálvleikur var ikki nógv at skriva heim um. Tað mesta hendi millum brotsteigarnar báðar, og teir kjansir, ið vóru, blivu ongantíð heilt vandamiklir. Eitt fríspark úr góðari støðu fingu vit. Jasmin skeyt yvir í síðuna hjá málverjanum, ið ikki lat seg lumpa og bjargaði. Nakað seinni royndi Bára seg við langskoti, men aftur var málverjin fyri.

NSÍ er nakað viknað í ár, men kortini hava tær eitt ess, ið altíð er vandamikið. Heidi Sevdal. Í fyrra hálvleiki hevði verjan gott tamarhald á henni, men júst sum seinni hálvleikur var byrjaður fingu vit eina ávaring. Heidi slapp leys, men lukkutíð fyri okkum rakti skotið stongina.

Sum so ofta áður fáa vit okkara størstu kjansir, tá vit spæla bóltin upp eftir vøllinum ístaðin fyri at sparka langt. Lilja spældi ein góðan bólt til Ester. Høgri bakkur hjá NSÍ hevði ongan livandi kjans at fylgja við, so Ester fekk góða tíð at leggja bóltin aftur av. Har stóð Jasmin púra leys nøkur fet frá brotsparksblettinum, men tíverri rakti hon bóltin illa, sum fór trillandi framvið stongini. Eitt frálíkt álop, har bara tað allar seinasta restaði í.

Størsta kjansin fekk NSÍ. Heidi slapp avstað frá verjuni, men Portia, ið ikki er millum hægstu kvinnur, er djarvari flestu málverjar vit hava sæð her á landi, og tá telji eg menninar við, so ein ímóti einum er hon óhugnalig sterk. Portia spældi eisini sum heild ein frálíkan dyst. Fleiri ferðir ruddaði hon langar sendingar frá NSÍ burtur, og tók hon sær av flestu innleggum og hornaspørkum eisini. Tað kom tí illa við, at hon lendi óheppið eftir eitt hornaspark. Meðan hon fekk viðgerð, varð prátað um leikaraloyvið hjá Valborg, ið var heima í páskafrí og hugdi at dystinum, enn mátti vera í felagnum, um tað nú vildi okkum heilt illa. Tíbetur kom Portia á føtur aftur.

Men so gekk ikki longur. Heidi slapp avstað í vinstru, legði innfyri, og vit vóru ov seinar at telja upp, so slapp Helga Mikkelsen at standa púra leys og leggja NSÍ á odda í síðstu løtu. 

1-0 til NSÍ, og hetta smakkaði akkurát líka illa, sum tað smakkaði væl, tá vit gjørdu tað sama við 07 í síðstu viku.

    Nógv meira hendi ikki í dystinum og mugu vit tí, júst sum menninir seinni á degnum, iðra okkum um, at vit ikki fingið meira burturúr einum dysti, vit saktans kundu vunnið. Um ikki annað kunnu vit so øll gleðast um, at 3. deild vann 2-1 á teimum næstbestu hjá TB.

    Nú er landsliðssteðgur í kvinnudeildini, so næsti dystur verður ikki fyrr enn 26. apríl í Klaksvík.

    #RenniðGentur