+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Trivaligasti sigurin í 20 ár

Sigurin í Gundadali í gjár var tann størsti, sum okkara besta manslið hevur vunnið í 20 ár.

2. juli 2006 vant B36 burtur úr grannunum í HB – og okkara besta lið hevur ikki vunnið ein landskappingardyst við heili seks mál síðan tá.

Onkrir stórsigrar hava kortini verið í kappingini um løgmanssteypið hesi árini. B36 vann 7-1 á FC Hoyvík í fjórðingsfinaluni í 2010. Og menninir vunnu 6-0 á B71 í fyrsta umfari í 2017, og 6-0 á AB í fyrsta umfari í 2021.

Okkara størstu sigrar í landskappingini seinastu 20 árini:

▪️ 22.03.2026: B36 – B68 6-0

▪️ 21.09.2025: TB – B36 0-5

▪️ 18.04.2022: B36 – EB/Streymur 5-0

▪️ 11.09.2022: AB – B36 0-5

▪️ 16.09.2022: B36 – Skála 5-0

▪️ 13.05.2021: ÍF – B36 0-5

▪️ 19.09.2021: B36 – ÍF 5-0

▪️ 22.09.2019: B36 – ÍF 7-2

▪️ 16.08.2015: EB/Streymur – B36 0-5

▪️ 27.06.2010: ÍF – B36 0-5

▪️ 02.10.2010: AB – B36 0-5

▪️ 02.07.2006: B36 – HB 6-0