+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Dávid fer eitt rend vestur

Dávid Høgnason Viderø fer komandi tíðina at royna seg í 07 Vestur. 17 ára gamli framherjin og B36 hava skrivað undir leiguavtalu við vágamenn, sum er galdandi fram til summarsteðgin.

Dávid skrivaði undir sín fyrsta sáttmála við B36 í vetur fyri komandi tvey árini. Kroppsterki álopsspælarin er ein av okkara spennandi og ungu spælarum, ið búnast skjótt, og tað er sum partur av hesari menningini, at hann nú fer eitt rend vestur í Vágar at royna seg í eina tíð.

Í fjør vísti Dávid gott máltev og skeyt 9 mál í 21 dystum fyri okkara næstbesta lið.