
Silas Eyðsteinsson telist nú millum meira royndu spælararnar á mansliðnum. 28 ára gamli málverjin er í B36 á fjórða ári, og við sínum góðu og støðugu avrikum er hann vorðin ein av stuðulsspælarunum.
Sunnudagin vardi hann eisini málið, tá B36 fór í holt við kappingarárið við einum sigri.
– Vit eru sum heild væl nøgdir við dystin ímóti EB/Streymi. Vit vóru væl fyrireikaðir, og dystargongdin var, sum vit roknaðu við. Vit høvdu fult tamarhald á dystinum og vunnu øll stigini, sum var tað týdningarmesta, sigur hann.
Árið í fjør var eitt broytingarár í B36. Silas vann tá kappingina um plássið millum stengurnar, og saman við liðnum mentist hann, sum kappingarárið gekk. Fortreytirnar til kappingarárið í ár eru eisini grundleggjandi øðrvísi enn fyri einum ári síðan.
– Størsti munurin er, at vit eru meira rutineraðir í Meistaradeildini, og liðið er eisini væl samanspælt nú, heldur hann.
Í kvøld fara menninir í Sarpugerð at spæla ímóti Víkingi. Silas roknar við einum tøttum dysti, men tað er ivasamt um fótbóltsspælið verður so gott, tí so stutt er fráliðið í kappingini.
– Tað verður helst ein rótutur dystur, og tá vísur tað seg ofta, at liðið, ið vil vinna nærdystirnar og sum heild leggur meira fyri, verður omaná. Vit fara eftir øllum stigunum, og tey fáa vit við okkum aftur til Havnar, sigur hann.
Leikarastuðul hjá Silasi Eyðsteinsson er Hárlist v/Almu Eivindsdóttir.

