
Eduard Apalkov, sum í 1994 var partur av besta mansliði okkara, andaðist um vikuskiftið, 56 ára gamal.
Eduard kom til B36 í 1994. Tað var táverandi venjari okkara, Wieslas Zakrzewski, sum eisini var málverji, ið vildi fáa styrk til álopið, og valið fall á russiska spælaran við góða bóltførleikanum.
Hetta árið var eitt av teimum truplu, og tað gjørdi tað neyvan lættari fyri bert 24 ára gamla Eduard, at venjarin fekk sekkin í summarsteðginum.
Við fimm málum í 17 dystum gjørdist Eduard tó toppskjútti hjá okkum hetta árið, og hann átti soleiðis sín lut í, at vit hóast alt endaði nøkur stig burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Eduard spældi annars fyri tað mesta sum verjuspælari. Hann kom upprunaliga úr Dynamo Stavropol, men hartil royndi hann seg eisini í Pólandi, Hvítarusslandi og altso eisini í Føroyum.
Friður verið við minninum um Eduard Apalkov.
