+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Daniel hevur fingið sín fyrsta sáttmála

Daniel Borentzvige hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið B36. 20 ára gamli málverjin hevur seinastu árini spælt nakrar ferðir á næstbesta liðnum, umframt at vant við besta liðnum.

– Daniel er ein kringur og raskur málverji, sum í fjør var við til at vinna næstbesta liðnum nøkur umráðandi stig. Hann hevur góðan hugburð og leggur nógv fyri, umframt at vera ein sannur felagsmaður, sum altíð er tøkur og sinnaður at taka eina hond í, sigur Jákup á Borg, ítróttastjóri.

Í ár verður Daniel eisini partur av venjaratoyminum, sum fer at standa fyri dreingjunum í U18.