
Í ár fer Jóannes Jakobsen at standa við høvuðsábyrgdini av okkara mongu dreingjum í U13, og hann fær góða hjálp frá góðum fólki.
Mongu dreingirnir í hesum árganginum eru ágrýtnir og leggja nógv fyri, og tað krevur eisini stóra venjaraorku fyri at veita teimum eitt gott tilboð.
Venjarar eru – á myndini í ovara raðnum frá vinstru – Bjarni Hentze Samuelsen, Kári Holm Johannesen, Jónas Tór Næs, Allan Tungá, Jógvan Trondesen Andreasen, Torkil Jonsson, og í niðara raðnum frá vinstru Leon Svenningsson Kjærbæk, Jóannes Jakobsen, Jógvan Holm Vitalis og Ásbjørn Viderø Jøkladal.
