
Sunnudagin 15. februar spæla kvinnurnar fyrsta venjingardystin í Venjarakappingini. Hann verður í Gundadali ímóti Skála.
Tríggir dystir eru á skránni higartil. Teir eru ímóti Skála í Gundadali tann 15. februar, ímóti 07 Vestur í Gundadali tann 21. februar, og ímóti FC Hoyvík á Hoyvíksvøllinum tann 26. februar.
Fyrsti landskappingardystur er ímóti Víkingi í Sarpugerði tann 22. mars.
