+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Dennis er farin til Sønderjyske

16 ára gamli Dennis Anghel flytur nú til Danmarkar, har hann fer at royna seg í akademinum í superligafelagnum Sønderjyske.

Evnaríki verjuspælarin, sum hevur átt fast pláss á føroysku ungdómslandsliðunum seinastu árini, spældi fyrstu ferð á okkara næstbesta liði í fjør. Góðu avrikini vístu týðiliga, at hann er ein spælari í stórari menning.

Í B36 ernast vit, tá úrslitini av góða ungdómsarbeiðinum, ið so nógv fólk eiga ábyrgdina av, gerast týðilig sum í hesum føri.

Bestu eydnu við nýggju avbjóðingini!