+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Jólavitjan á barnadeildini

Undan jólum á hvørjum ári vitja spælarar á okkara mans- og kvinnuliði á barnadeildini og heilsa upp á børn, sum eru noydd at halda jól á Landssjúkrahúsinum.

Í dag vóru tvey av okkara stjørnuskotum, Djóni Sivertsen og Sigrið Hansdóttir, við jólagávum.

Løtan var sum altíð góð og hugnalig, og vit takka hjartaliga fyri móttøkuna og ynskja øllum á barnadeildini eini gleðilig jól.

B36 takkar eisini Kids Leikum fyri samstarvið.