Mikukvøldið fara vit at koyra á okkara spælarar, so vit aftur kunnu skapa eina serliga evropeiska løtu saman.
Atgongumerki krevst til dystin mikukvøldið, sum verður spældur á Tórsvølli.
- Dysturin verður klokkan 18.00 á Tórsvølli
- Atgongumerki kunnu keypast nú á leinkjuni niðast
- Børn skulu eisini hava skrásett atgongumerki, men tað er ókeypis atgongd fyri børn, sum eru yngri enn 16 ár
- Árskort eru sum vant ikki galdandi til evropeiskar dystir
Atgongumerki kunnu bíleggjast HER.
Útgangsstøðið er kanska ikki tað besta, men B36 hevur fyrr tapt 2-0 á útivølli og kortini vunnið seg víðari. Við góðum stuðli ætla menninir at endurtaka bragdið í morgin.