
17 ára gamli Dávid Høgnason Viderø hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við B36.
Ungi og kroppsterki álopsspælarin hevur í ár verið stinnur málskjútti á næstbesta liðnum. Hagtølini siga, at hann hevur skotið 10 mál í 25 dystum fyri næstbesta liðið í alt, sambært Faroe Soccer.
Dávid hevur seinastu árini eisini verið á føroysku ungdómslandsliðunum í U15, U16 og U17.
Avtalan er galdandi fram til kappingarenda 2027.
