Dagført 8. november 2025
B36 bjóðar syskinaavsláttur á limagjaldinum fyri tey, sum hava fleiri børn í felagnum. Hetta merkir, at fyri barn nr. 2, 3 og 4 verður givin ein avsláttur upp á 200 kr. pr. barn.
Fyri at søkja um syskinaavsláttur, skalt tú longu hava goldið limagjald fyri børnini umvegis Holdsport.
Soleiðis søkir tú um syskinaavsláttur:
- Tak PDF-skjalið niður og fyll tað út.
- Send tað til: bokhald@b36.fo
Tá umsóknin er móttikin, verður avsláttarupphæddin flutt aftur á konto.
Tak pdf-skjalið niður her