+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Tór Ingar heldur fram

Tór-Ingar Akselsen fer eisini at standa við ábyrgdini fyri næstbesta liðnum næsta ár.

Kappingarárið í ár hilnaðist væl. Bulurin á liðnum var ungir spælarar, sum eru í stórari menning, og serliga eftir summarsteðgin vóru úrslitini góð. Liðið endaði nummar seks í deildini.

Hópurin fer í næstu viku undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og fyrsta venjingin verður týskvøldið. Jákup á Borg, ítróttastjóri í B36, fer í vetur at hjálpa Tór-Ingari við tí.