+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Snávaðu á heimavølli

Dystarfrásøgn, B36 – Skála 1-2 (0-1)

Ársins seinasti heimadystur bleiv leiktur uttan nakað trýst. Niðara endaspælið er longu avgjørt. Ikki bara eru tað vit, ið einki hava at spæla fyri, tí hini liðini í bólkinum kunnu heldur ikki flyta seg á stigatalvuni. Sunnudagin kendist tað tí ikki sum at spæla dyst, men sum at fara út at sparka. Og tað er altíð stuttligt. Boðskapurin til dagsins dyst var tí bara at spæla. Skjót hatta langskotið, royn hasa dribblingina, tak nakrar kjansir, miseydnast tað, so ger tað einki, vit sparka bara.

Nakrar broytingar vóru á liðnum í mun til steypafinaluna. Sonja og Elsa Anna vóru ikki birgar at spæla. Í teirra stað komu Beinta, ið spældi sín fyrsta dyst eftir, at hon leingi hevur verið skødd, og Sólrun Sesilia Lützen, ið spældi sín fyrsta dyst á bestaliðnum. Hon er tólvti debutantur í ár, og spældi hon ein avbera góðan dyst. Tað sást ikki aftur, at hon ikki hevur spælt fyrr. Marin var saman við teimum í verjuni, og aftanfyri tær stóð Juanita.

Sára og Súna spældu á vongbakkunum. Jasmin, Bára og Sigrið á miðjuni, og fremst at renna vóru Ester eldra og Anna Maria.

Tað var Skála, ið hevði bóltin meira at byrja dystin. Skála er eitt gott lið, ið trívist best við at hava bóltin, so hetta var ein øðrvísi dystur í mun til FC Hoyvík og 07 Vestur, ið dáma best at leggja seg at verja. Hóast Skála hevði bóltin meira, so fingu tær ikki tað stóra burtur úr. Okkurt skot úr spískum og okkurt langskot, men einki, ið gav Juanitu høvuðbrýggj. 

Og tó var tað Skála, ið legði seg á odda. Eitt hornaspark bleiv sparkað høgt í aftasta økið. Har var ein trunki av leikarum, og onkur teirra beindi bóltin í málið. Undirritaði sá ikki, hvør tað var, og tað gjørdi Magnus í búrinum heldur ikki, men hann giti seg til, at tað var Sara Benjaminsen, ið skoraði. Eitt gott boð, hon hevur jú skorað góð 100 mál í øllum kappingum í ár. Í hálvleikinum bleiv nevnt at talan var um sjálvmál. 1-0 og vit fáa nokk ongantíð at vita, hvør skoraði hatta málið.

Tað hevur verið okkum eyðkent í ár, at vit byrja ikki at spæla fyrr enn hinar skora til 1-0. Soleiðis var eisini sunnudagin. Hóast vit høvdu staðið væl í verjuni, so manglaði lív í longur uppi á vøllinum. Tað kom nú so líðandi. Skála royndi at trýsta høgt, men ungu genturnar í verjuni lótu seg ikki nerva. Tú skuldi trúð tær allar høvdu spælt 300 dystir í bestu deildini, so lættliga og róliga tær spældu seg úr trýstinum hvørja ferð. Men sannleikin er, at ongin teirra er blivin 20 ár enn og tilsamans hava tær spælt færri enn 50 dystir. 

Seinni hálvleikur líktist tí fyrra. Nógv spæl, men lítið av stórum kjansum. Skála vóru vandamiklast, tá tær fingu fríspark. Tvær ferðir rakti Sara yvirliggjaran við fríspørkum úr 35 metrum. Hjá okkum var Anna Maria hægst eftir eitt hornaspark, men bólturin fór beint uppum. Ester slapp eisini avstað og trekti framvið málverjanum, sum kortini kom væl aftur og vardi fyri. 

Onkuntíð hevur verið tikið til av bonkinum, at vit skora aldrin tey løttu málini. Tað munnu øll lið hugsa til tíðir, men sunnudagin var ikki so. Sigga Smæra fer neyvan nakrantíð at skora so lætt mál aftur í lívinum, sum hon skoraði sunnudagin. Hon hevði bóltin úti í vinstru, beint við bonkin undir B36 húsinum. Hon ætlaði bóltin djúpt til Sigrið, ið sá beinanvegin at hasin bleiv ov langur og gavst at renna. Bæði Skála og vit gjørdu okkum til reiðar, at málverjin fór at sparka langt, men so gjørdi hon tað deyðsynd at traðka á bóltin. Bólturin rullaði undir fótin og beint í málið. 1-1, og Sigga Smæra visti ikki nóg illa av, at hon hevði skorað.

Gleðin var stokkut, tí lítla løtu seinni skoraði Skála aftur. Í 80 minuttir høvdu tær runnið aftaná, meðan verjan spældi sína millum, men nú gekk ikki longur. Trýstið riggaði, og Skála vann bóltin úti í høgru. Bólturin bleiv lagdur av og beint uttanfyri brotsteigin skrúðaði Rakul Maria Rasmussen bóltin upp í longra horn. 2-1.

Vit vóru líka við at javna løtu seinni, tá Sigrið dribblaði seg ígjøgnum í vinstru. Hon legði innfyri, málverjin kláraði ikki at halda bóltinum, og so stóð Bára púra frí á fimm-metrinum, men á strikuni megnaði ein verjuleikari at standa fyri. Tættari komu vit ikki, so dysturin endaði 2-1 til Skála ÍF.

Komandi leygardag skulu vit vestur til Vágar eftir gullheiðursmerkjunum. Tann dysturin byrjar klokkan 16:00. Tá er at enda væl, tí tað er altíð stuttligari at fáa gull eftir vunnan dyst.

#RenniðGentur