
B36 eigur tríggjar spælarar í U17-landsliðshópinum, sum Christian Høgni Jacobsen hevur úttikið at spæla EM-undankappingardystir í Eysturríki í oktober.
Teir eru Bjarti Johansson Hansen, Brestir H. Magnussen og Dennis Anghel Olaru.
Dystirnir verða ímóti Eysturríki, Kosovo og Írlandi.