+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Góð upptakt til steypadystin

Dystarfrásøgn, B36 – 07 Vestur 4-2 (3-1)

Sunnudagin var aftur landskappingardystur hjá kvinnunum. 07 Vestur var komið í Gundadal á vitjan. Hetta var fimti dystur í ár ímóti 07. Fyriuttan ein málleysan javnleik har vesturi hava vit vunnið allar, men tað hava ikki verið lættir sigrar. Vit hava verði noyddar at arbeiða hart fyri hvørjum einasta av teimum. Soleiðis bleiv aftur hesaferð.

Juanita var í mál. Elsa Anna og Eir vóru aftur í miðverjuni saman við Marin. Sára og Súna á hvør sínum vongbakki. Sigrið var flutt aftur í miðjuna at spæla saman við Jasmin og Báru, og so vóru Anna Maria og Ester í álopinum.

Eliesar nevndi fyri dystin, at í dag skuldu vit ikki bíða so leingi eftir at fáa fyrsta málið. Tá vit so høvdu fingið fyrsta málið fóru vit eftir tí seinna, og tí triðja og tí fjórða. Og genturnar hava lurtað, tí vit høvdu ikki spælt meira enn 30 sekund, tá Ester slapp leys frá verjuni. Hesaferð bjargaði málverjin væl, men nú vóru vit í gongd. Fyrstu 10 minuttirnar høvdu vit fleiri góðar støður, og tað var heilt nær við, tá Jasmin sendi eitt fríspark beint omanfyri tvørtræið.

Vit høvdu spælt í 25 minuttir, tá hol kom á. Súna steðgaði uppspælinum hjá 07 Vestur og við eini góðari sending beint upp eftir vøllinum, fann hon Ester aftanfyri verjuna. Ester kom at standa ov spísk, so málverjin bjargaði í fyrstu atløgu. Ester fekk bóltin aftur, men aftur bjargaði málverjin, men hesaferð fekk hon bara sligið bóltin beint upp í loft, og so stóð Anna Maria klár í fimm metrinum og skallaði bóltin í málið. 1-0 – og fyrsta málið hjá Onnu Mariu í bestu deildini.

Vit vóru ávaraðar beinanvegin, at 07 var ikki komið til Havnar til stuttleikar. Fyrst bjargaði Juanita einum skotið úr høgru, men løtu seinni fekk hon einki gjørt, tá Sissal Haraldsen, ið spældi við okkum í fjør, stóð leys í brotsteiginum. Fyrsta skotið rakti stongina, bólturin stakk beint aftur til hennara, og so kundi hon lættliga javna. 1-1, og vit høvdu bara verið á oddað í tríggjar minuttir.

At Sigrið hevur verið vandamikil í ár er eyðsæð. Tað vistu venjararnir hjá 07 Vestur eisini, tí Sigrið var mannsvard allan fyrra hálvleik. Tá vit høvdu spælt í góðan hálvan tíma, slapp hon fyrstu ferð leys. Eitt innkast var kastað til hana, og snaraði hon sær framvið verjuleikaranum, legði bóltin innfyri, og har var Súna komin inn við og snittaði bóltin oman í longra horn. 2-1, og eisini fyrsta málið hjá Súnu í bestu deildini. Gamalt var, at tað kostaði eina rammu til endaballið at skora sítt fyrsta mál í bestu deildini, nevndi onkur í skiftirúminum eftir dystin. So í dag var væl skaffað!

Tað bleiv eisini 3-1, áðrenn vit fóru til hálvleiks. Bólturin stakk í armin á einum verjuleikara. Brotsspark og Sigrið var trygg úr 11 metrum. 3-1, og Sigrið fekk sítt obligatoriska mál. Undirritaði hoyrdi hesaferð einki um, hvussu gott hetta brotssparkið var í mun til øll hini, hon hevur skotið.

Tað var 07 Vestur, sum kom nógv betur út til seinna hálvleik. Fyrstu 10 minuttirnar fingu vit ikki eitt bein til jørðina. Tær vóru líka við at minka um munin, men Juanita bjargaði so mikið væl, at Magnus Magnussen, ið er stadion speakari okkara, koyrdi mynd av henni uppá talvuna, júst sum hann ger, tá vit skora.

Hóast illa trýstar vóru tað vit, ið fingu næsta málið. Ester slapp ígjøgnum í høgru, og komin oman á bakklinjuna gjørdi hon júst, sum allir venjarar prædika um. Hart skrátt afturav innfyri, og so var ein verjuleikari so óheppin at beina bóltin í egið mál. 4-1 og dysturin var avgjørdur. 

Tað var um reppið, at vit eisini koma á odda 5-1. Við eini so vakrari sending, at hon gjørdi Luka Modric og øllum øðrum, ið hava spælt í Gundadali hetta vikuskiftið fyri skommum, skrúðaði Sigga Smæra bóltin innum verjuna til Ester, men málverjin stóð stinn og bjargaði.

Tað var einki serligt fótbóltspæl, tað sum eftir var av dystinum. Langir bóltar, tvídystir og hart arbeiði. Tær ungu Barbara, Rita, Sigga Smæra, Sirið og Ester Vang (her eftir nevnd Ester yngra) komu allar inn og smæddust ikki burtur frá at taka eitt tak í tí harða arbeiði, sum krevst at vinna slíkar dystir. 07 minkaði tó um munin seint í dystinum, tá eitt hart og flatt innlegg ferðaðist gjøgnum øll og endaði í málinum. 4-2, men tíðin var runnin undan 07 Vestur.

Nú byrjar seinasti triðingurin av endaspælinum. Okkara mangla bara eitt stig fyri at tryggja sær fyrsta plássið í niðara bólkinum. So næsti dystur í landskappingini um tvær vikur móti FC Hoyvík kann verða ein stórur dagur. Men vit hava eina aðra stóra uppgávu at taka okkum av fyrst. Seinnu hálvfinaluna í minnu steypakappingini ímóti ÍF komandi sunnudag.

#RenniðGentur