
Tað verður við Andriasi Eriksen sum hjálparvenjara, at høvuðsvenjarin Jákup Martin Joensen og besta mansliðið fara undir seinasta triðingina av ársins kapping.
Hann byrjar í starvinum beinanvegin og tekur annars við eftir Lukas Enevoldsen, sum fer av landinum í næstu viku.
Hetta er fyrsta venjarauppgávan hjá 31 ára gamla Andriasi Eriksen. Hann var í mong ár drúgvur verjuskansi á okkara besta mansliðið, har hann spældi 256 skrásettar dystir í alt.
Menninir spæla aftur mánakvøldið í Gundadali ímóti oddaliðnum KÍ.