
Lukas Schmedes Enevoldsen, sum seinasta hálvtannað árið hevur verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum, fer nú aftur til Danmarkar. Hann hevur fingið starv í superligafelagnum Fredericia, har hann verður ein av tveimum hjálparvenjarum hjá høvuðsvenjaranum Michael Hansen.
Lukas verður við á beinkinum ímóti KÍ mánadagin, men fer síðan av landinum.
Enevoldsen hevur í tveimum umførum verið í B36. Sum spælari og ungdómsvenjari í 2021 og 2022, og sum hjálparvenjari í 2024 og 2025. Seinasta árið hevur hann arbeitt saman við Dan Brimsvík, Magne Hoseth og Jákup Martin Joensen.
– Fyrst og fremst fari eg at siga túsund takk fyri stóra blíðskapin í B36. Frá áskoðarum, spælarum og toyminum annars, sigur Lukas.
– Eg havi verið sera fegin um mína tíð í B36 higartil, bæði sum spælari, venjari fyri U17 dreingirnar og sum hjálparvenjari. Eg havi hitt so nógv góð fólk á leiðini, og av tí sama hevur tað verið lætt at vera danskari í Havn. Eg veit, at mansliðið fyri tíðina stríðist við at fáa úrslit, men arbeiðsinnsatsurin, sum allur hópurin leggur fyri dagin, peikar bara ein veg, og eg eri sannførdur um, at nógv gott fer at spyrjast burturúr. Eg fari eisini at takka Jákupi Martin mangar ferðir fyri samstarvið seinastu mánaðirnar. Vit síggjast, sigur hann.
Enevoldsen hevur verið í Fredericia fyrr. Hann spældi har í næstbestu deildini, tá hann flutti til B36 í 2021. Fredericia flutti upp í bestu donsku deildina í summar og hevur eisini fyrrverandi málverja okkara, Mattias Lamhauge, í hópinum.
Nýggjur hjálparvenjari verður settur skjótt.