
Seint í gjárkvøldið fingu Súsanna Johnsdóttir, Rannvá Heinadóttir, Helena í Skorini, Lív Herup Olsen, Magna Holm Johannessen og Hadassa Schwartson Christiansen hugaligan teldupost frá FSF, harí tað stóð: “Jákup Mortensen, landsliðsvenjari, hevur úttikið teg til WU15 landsliðið í samband við Baltic Cup í Riga í Letlandi, 20. – 28. august.”
Í kappingini Baltic Cup luttaka tey trý baltisku londini og Føroyar og verða dystirnir allir leiktir í Riga.
Dystarskráin hjá føroysku WU15 er hendan:
22. august: Letland – Føroyar
24. august: Føroyar – Litava
27. august: Estland – Føroyar
Til lukku við úttøkuni og bestu eydnu við landsliðsarbeiðinum, gentur! Koyrið á!