+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Rani, Rúnar og Hjalti hava fingið landsliðsboð

Hjalti Rógvason, Rani Demir Beinirson og Rúnar Næs eru í landsliðshópinum hjá U15, sum landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur úttikið.

U15 skal luttaka í UEFA-menningarkappingini, sum verður í Estlandi í august.

Dystarskráin er hendan:

8. august: 🇪🇪 Estland – Føroyar 🇫🇴

10. august: 🇱🇻 Lettland – Føroyar 🇫🇴

13. august: 🇫🇴 Føroyar – Gibraltar 🇬🇮

Til lukku við úttøkuni og bestu eydnu við landsliðsarbeiðinum, dreingir!