
Djóni Sivertsen, sum fríggjadagin fylti 17 ár, skeyt sítt fyrsta mál fyri besta liðið í gjár.
Hetta var fimta ferðin, at hann sum innskiftari var við í bestu deildini.
Leygardagin spældi Djóni eisini 74 minuttir, tá B36 vann 3-0 á B71 í næstbestu deildini.
Her er hann avmyndaður í dysti ímóti Víkingi í næstbestu deildini fyrr í ár.