+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

»Ein hópur við stórum møguleikum«

Í vetur skifti Pætur Petersen aftur til B36 at spæla.

27 ára gamli skálavíkingurin hevur reikað víðað sum fótbóltsspælari. Sum smádrongur flutti hann til Havnar og B36 at spæla fótbólt. Har fekk hann eisini sínar fyrstu minuttir í bestu deildini nøkur ár seinni, og tað var eisini ein ambitiøsur spælari, sum seinni flutti úr Gundadali norður í Sundalagi at spæla sum 19 ára gamal í 2017.

Nú er orkuríki álopsspælarin aftur í B36. Hesaferð sum ein frísk byrjan. Higartil hevur hilnast væl, tí hann hevur verið millum okkara mest eyðsýndu spælarar hesar fyrstu mánaðirnar.

Pætur sigur seg hava fingið stórt álit frá venjarunum, og hann hevur kent seg vælkomnan aftur í B36-húsið.

– Eg visti ikki reiðiliga, hvørjum eg skuldi rokna við, tá eg skrivaði undir, men hetta hava verið nakrir spennandi mánaðir við stórari menning. Sum lið hava vit víst, at vit kunnu spæla ímóti øllum, og her eru stórir menningarmøguleikar. Eisini eru nógvir spennandi og ungir spælarar í felagnum, sum vit vónandi fara at síggja á besta liðnum næstu árini, sigur álopsspælarin.

Seinastu árini hevur Pætur spælt fyri EB/Streym, HB, íslendska KA Akureyri og KÍ. Hann er eisini skrásettur fyri 11 landsdystir og tvey mál.

Hava vant miðvíst

Í dag fara menninir aftur á vøllin eftir ein landsliðssteðg. Og tann steðgurin er væl gagnnýttur. Menninir hava vant við fullari ferð við tí, sum bøtast skal um, bæði taktiskt og kropsliga.

– Svein Rógvi hevur sum kropsligur venjari skrúva volumeknappin heilt upp við morgunvenjingum. Hann hevur byrjað dagin við at sett Ronnie Coleman frá við “yeah buddy og light weight baby!”, og so hava vit koyrt á, sigur Pætur brosandi.

– Fyri at fáa nakað av javnvág í, so høvdu vit eisini eina lætta venjing til teir eldru spælararnar á liðnum, har vit, sum framvegis eru ungir, settu teir eldru upp á pláss. Tað er helst best at lata vera við at nevna, hvussu tað spældi av, men pent var tað ikki, sigur Pætur prikandi.

Undirhaldandi dystur

Mótstøðuliðið seinnapartin er NSÍ. Í Runavík hava tey lagt nógv fyri hetta kappingarárið. Nógvir spælarar úr Føroyum og útlondum eru komnir í hópin, og av tí sama verður eisini nógv væntað av NSÍ í ár.

Í ársins fyrsta landskappingardysti var um reppið, at okkara menn fingu stig við sær undir Tangafjørð. Í einum undirhaldandi dysti misti B36 á stokkinum í seinasta sparkinum í dystinum.

Hesaferð verður øðrvísi, heldur Pætur.

– Tað vóru nógv mál og stórt undirhald ta ferðina, og eg ivist ikki í, at hesin dysturin kann fara at minna um hin. Tað verður ivaleyst ein dystur við nógvari orku og tveimum liðum, sum vilja leypa á. Fyri okkum ræður um at vera til reiðar frá fyrsta bríksli.

– Vit vóna eisini, at nógvir B36arar vera í Gundadali og stuðla, tá ið vit nú loksins aftur spæla ein sunnudag, sigur hann.