
Dennis Anghel Olaru, Djóni Sivertsen og Heini S. Guttesen úr B36 áttu allir ein leiklut, tá føroyska U17-landsliðið vann 2-1 á Malta í gjár.
Hetta var seinasti dysturin í bólkaspælinum, sum er undankapping til EM. Kappingin er á Malta.
Føroyar fingu fýra stig í alt. Dreingirnir taptu 1-0 fyri Bulgaria, spældu málleysan javnleik ímóti Luksemburg og vunnu so á Malta.
Tað rakk til eitt annað pláss í bólkinum.
Sorin Anghel klikti hesa myndina av teimum eftir dystin