+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Kvinnurnar eru á rættari leið

Eftir landsliðssteðg fara kvinnurnar aftur á vøllin í morgin.

Í ár stendur Eliesar Olsen við ábyrgdini, og uppgávan er spennandi. Kósin fyri framtíðina er sett við fleiri ungum og spennandi spælarum, og hansara uppgáva er at fáa tilgongdina í eina fasta og trygga legu.

– Vit hava í fyrsta umfari havt stórt fokus á trivaðin, so umhvørvið, ið vit venja í, er positivt og mennandi. Vit leggja nógva orku í, at kvinnurnar skulu kenna seg væl og tryggar, tí ert tú í einum góðum umhvørvi, so tímir tú eisini at læra og geva aftur.

Í einum langtíðararbeiði sum hesum er neyðugt at hava tol, men framstigini er sjónlig, heldur høvuðsvenjarin, sum eisini hevur sáttmála fyri komandi kappingarár.

– Kropsligi parturin er góður, og vit eru væl fyri, bæði í renniorku og styrki. Vit royna at byggja upp á okkara spæl allatíð, og vit halda, at hetta gerst betri og betri fyri hvønn dyst, sum vit spæla. Eisini síggja vit, at allar kvinnurnar í hópinum kunnu spæla og gera sítt arbeiði, sigur hann.

Í morgin fara kvinnurnar í Sarpugerð at spæla ímóti Víkingi. Tað verður ein spennandi uppgáva, og Eliesar roknar við einum tøttum dysti.

– Vit kenna okkum klárar og eru spentar at spæla aftur. Vit fara eisini at gera alt fyri at koma heim aftur við trimum stigum, sigur hann.

Høvuðsmynd: jn.fo