+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Vit fegnast um hjálpandi hendur – kom við í hópin

Tað krevur nógv at reka eitt stórt fótbóltsfelag sum B36, og vit eru vælsignað við stórari sjálvbodnari orku. Uttan hana bar lítið og einki til.

Fyri at fáa enn fleiri at vera við til at lyfta í felag verður skipað fyri einari lættari máltíð í B36-húsinum tann 28. apríl klokkan 19.00, har tey, sum vilja veita eina hjálpandi hond sum innkrevjari, á børuliðnum ella aðrastaðni í sambandi við heimadystirnar í Gundadali, kunnu melda seg til.

Tað ger stóran mun – um tað so bara er ein einkultan sunnudag um árið.

Jan Poulsen, stjóri, og Marita Debess Magnussen, forkvinna, fara hetta kvøldið at greiða frá, hvat tað inniber.

Í B36 arbeiða fleiri av okkara sjálvbodnu eldsálum hvønn dag við breiddini og teimum bestu í einum sunnum ítróttaumhvørvi, har vit vilja skapa vinnarar í breiðari merking. Í okkara felag skulu øll kunna mennast sosialt og ítróttaliga, har úrmælingar eisini fáa dirvi og førleikar at elta sínar fótbóltsdreymar