
Føroysku genturnar á U19-landsliðnum vunnu fyrrapartin fríggjadagin 2-0 á Kýpros í EM-undankappingini, sum verður spæld í Moldova í hesum døgum.
Súsanna Laksáfoss Godtfred úr B36 var aftur hesaferð við frá byrjan sum miðvallarspælari, og Brá Zachariassen, sum í fjør flutti úr B36 til danska Fortuna Hjørring, legði Føroyar á odda.
Týsdagin vunnu Føroyar 7-0 á Moldova. Tá skeyt Brá trý av málunum.
Føroyar hava sostatt vunnu báðar dystirnar undan avgerandi dystinum ímóti Estlandi, sum verður í morgin, mánadagin.
Á myndini eru Brá og Súsanna eftir dystin ímóti Kýpros.