+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Gott treyst í Marius og spælarunum

25 ára gamli Marius Kryger Lindh hevur funnið seg væl til rættis í B36. Í fjør var hann kosin okkara besti spælari, og vongspælarin verður eisini roknaður sum ein av stuðulsspælarunum í ár.

Síðsta vikuskiftið var hann aftur við millum teir fyrstu ellivu, tá B36 vann á TB. Kryger Lindh hevur darvaður av skaða í fyrireikingunum til ársins kapping, men hann er nú so birgur, at hann kann spæla við fullari megi.

– Dysturin við Stórá var, sum vit roknaðu við. Vit vóru á bóltinum fyri tað mesta, og TB hevði menninar aftarliga og dúvaði upp á skjótálop. Eg haldi, at vit spældu væl. Vit lukkaðust við tí, sum vit høvdu fyrireikað og høvdu annars sum heild gott tamarhald á dystinum. Vit stóðu væl í restverjuni, sum eisini hevði við sær, at vit vóru førir fyri at halda trýstið.

– Hinvegin vóru vit ikki nóg effektivir frammanfyri málinum. Og eg eri heldur ikki nøgdur við egið avrik. Vit spæla okkum til fleiri upplagdar møguleikar, uttan at gagnýta teir til fulnar. Tað skal bøtast um frameftir. Annars var heildaravrikið nøktandi, og tað kunnu vit taka við okkum, heldur Marius.

Valdi at halda fram

Í vetur vóru nógvar broytingarnar í spælarahópinum. Allir útlendingarnir, sum vóru við í fjør, eru farnir av landinum aftur, undantikið Marius Kryger Lindh og hjálparvenjarin Lukas Enevoldsen.

– Tað er ein týðilig broyting í skiftingarrúminum, hóast nógv siga við meg, at tey eftirhondini meta meg sum føroying, sigur hann brosandi.

Marius hevði sjálvur onnur tilboð at taka støðu til, millum úr Føroyum, næstbestu donsku deildini og úr týskum fótbólti, men hann valdi at halda fram í B36-húsinum, í fyrsta lagi í eitt ár afturat, tí hann trívist væl her.

– Ein fyrimunur við, at tað bara eru føroyingar á liðnum er, at bondini millum spælararnar eru sterkari. Á vøllinum er tað eisini umráðandi, at vit vilja geva alt fyri hvønn annan. Annars fegnist eg um arbeiðslagið í hópinum, og dynamikkurin millum spælararnar og venjaratoymið er sera góður, heldur hann.

Marius flutti upprunaliga til Føroya í 2022. Hann spældi tvey kappingarár fyri AB, har hann taldist millum mest eyðsýndu spælararnar. Í fjør flutti hann so til B36.

Skulu vinna á føroyameistarunum

Í kvøld er mótstøðuliðið føroyameistararnir úr Víkingi. Marius sigur, at fyrireikingarnar hava gingið væl, hýrurin er góður, og tað er altíð hugaligt at fara til arbeiðis á vøllinum við einum sigri í viðførinum.

– Úrslitini hjá Víkingi hava – á sama hátt sum hjá okkum – higartil kanska ikki lagað seg so, sum teir høvdu ætlað, men tað er eingin ivi um, at teir hava eitt gott lið. Vit eru á heimavølli og spæla vónandi frammanfyri so nógvum mælskum áskoðarum sum tilber. Spælararnir gleða seg til uppgávuna, og vit vilja vinna øll stigini, heldur hann.