+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Fýra fyri fyrstu ferð

Ikki færri enn fýra av okkara ungu spælarum fingu sínar fyrstu minuttir á besta kvinnuliðnum í dag.

Anna Maria Heðinsdóttir, Sirið L. Petersen, Barbara í Funningsstovu og Silja Hovgaard vóru sum innskiftarar allar á vøllinum fyri fyrstu ferð, tá KÍ var á vitjan í Gundadali.

KÍ vann sannførandi 6-0.

Kvinnurnar eru í einari skiftistíð, har fleiri av ungu spælarunum sleppa framat og taka støðugt størri ábyrgd. Í B36 gleða vit okkum at síggja úrslitini av skipaða menningarbeiðinum frameftir.

Til lukku við teimum fyrstu minuttunum, tit fýra, og drívið á.