
Vit byrja upphitingina til ársins fyrsta heimadyst, ið verður ímóti KÍ sunnudagin, við pingvinkaffi.
Pingvinkaffi verður aftur á skrá fríggjamorgunin klokkan 10.00.
Pingvinkaffi fríggjamorgun verður ikki øðrvísi enn Pingvinkaffi mánamorgun – tað verður júst sum tað altíð hevur verið, tvs. hugni, felagsskapur og fótbóltsprát og ein góður morgunmatur.
Eisini kemur høvuðsvenjarin at drekka kaffi saman við okkum, og lúr okkum um ikki hann hevur okkurt at siga um komandi og farna dyst.
Vit síggjast fríggjadagin, 14. mars, kl. 10.00 í Kjartansstovu.