
20 ára gamli miðvallarspælarin Jógvan Kárason Gullfoss skeyt sítt fyrsta mál fyri besta mansliðið við Løkin í Runavík sunnudagin.
Við góðum stríðsvilja og ágangandi spæli legði hann barndómsfelagið á odda 2-1. Seinni hálvleikur var tá hálvrunnin.
Jógvan kom á vøllin í fyrra hálvleiki, tá Mattias Hellisdal vóru av vøllinum við skaða.
Menninir taptu annars 4-3 fyri NSÍ í einum undirhaldandi dysti.
Jógvan Kárason Gullfoss er, sambært FaroeSoccer, skrásettur fyri 17 dystir fyri besta mansliðið. Hann var við á fyrsta sinni í apríl 2022.
Myndina eigur Eysturoyarportalurin.