+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

So fara vit til Runavíkar

Seinnapartin spæla menninir ársins fyrsta landskappingardyst. Alex Troleis setur ársins fyrstu próvtøku í gongd klokkan 15.00 við Løkin í Runavík.

Mansliðið er í einari skiftistíð, og lagt er á annan bógv. Í vetur hevur frágongdin av serliga útlendskum spælarum verið stór, meðan nógvir ungir spælarar úr egnari veltu, umframt nakrir royndir spælarar útifrá, eru komnir afturat.

Stýrimaður er 48 ára gamli Jákup Martin Joensen.

– Samansetingin av ungum og royndum spælarum er góð. Í B36-húsinum eru fleiri spennandi spírar, og teir vita, at teir vera við tíðini stuðulsspælarar, um teir gera tað, sum krevst. Ein slíkur arbeiðsleistur krevur nakrar royndar spælarar, sum ungu spælararnir kunnu lena seg uppat. Tað er kortini einki ókeypis pláss á liðnum, ger hann greitt.

Spælarahópurin hevur lagt nógv undir fyrireikingunum. Tað er eisini ein treyt. Sum venjarin hevur sagt fyrr, so eru karmarnir greiðir.

– Vil ein spælari okkum 99 prosent, so vil eg 100 prosent ikki hava hann, sigur Jákup Martin.

Dagsins mótstøðumenn hava spent bogan í ár. Størsta spælaraflytingin í vetur var uttan iva, at Brandur Hendriksson Olsen flutti úr norsku steypavinnarunum Fredrikstad til NSÍ. Eisini eru Jann Benjaminsen og Fabian Næs fluttir úr B36 til Runavíkar at spæla.

Spælaralistin, sum høvuðsvenjarin Jens Wedeborg hevur til taks, ger eisini, at fleiri rokna NSÍ sum FM-biðil. Fótbóltsprátið gongur av tí sama væl við Løkin í hesum døgum.

– Vit vilja, at avrikið aftur í dag skal vera sermerkt av beinhørðum arbeiði og góðum hugburði, sigur høvuðsvenjarin.