+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Spæla steypadyst í Vágum

Besta mansliðið skal vestur til Sørvágs at spæla ímóti 07 Vestur í fyrsta umfari í ársins kapping um Løgmanssteypið.

Lutakastið var beinleiðis í Televarpinum í gjárkvøldið.

Dysturin verður spældur antin 7. ella 9. apríl. FSF skrivar, at kvinnulandsliðið spælir ímóti Gibraltar á Tórsvølli týsdagin tann 8. apríl, og tí verða dystirnir í fyrsta umfari spældir mánadagin 7. apríl og 9. apríl. Ein av komandi døgunum verður greitt, hvønn av døgunum dysturin í Vágum verður spældur.

Fjórðingsfinalurnar skulu spælast mánadagin, 2. páskadag, tann 21. apríl. Vinnur B36 seg víðari, so er mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni annaðhvørt HB ella KÍ.

Dystirnir í fyrsta umfari eru hesir:
FC Hoyvík – B71
Skála – TB
B68 – ÍF
Víkingur – NSÍ
AB – FC Suðuroy
HB – KÍ
07 Vestur – B36

Dystirnir í fjórðingsfinaluni eru hesir:
Víkingur ella NSÍ – Skála ella TB
HB ella KÍ – 07 Vestur ella B36
FC Hoyvík ella B71 – B68 ella ÍF
EB/Streymur – AB ella FC Suðuroy