+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Árliga hjálparfólkaveitslan verður 22. mars

GEVIÐ GÆTUR, NÝTT DATO!!!

Árliga hjálparfólkaveitslan, ið eftir ætlan skuldi verið fyrr í februar er flutt til at vera 22. mars! Altso um ein lítlan mánað.

Talan er um eitt hugnakvøld, ið er ætlað okkum øllum, ið so ella so eru við til at lyfta felagsskapin, sum vit hava í B36. Tað verið seg nevndarlimir, venjarar, dómarar, innkrevjarar, vaskifólk. Tey sum baka, vaska, rudda, klappa, rópa, hugna um – you name it! Snøgt sagt er talan um eitt hugnakvøld fyri okkum øll.

Á skránni verður góður matur. Kokkarnir verða teir báðir, Niels Jacob og Jákup, og tað plagar at borga fyri trimum góðum rættum, har okkurt gott leskiligt eisini er afturvið.

Lutaseðlar eru sjálvandi eisini skránni, eins og góður sangur, reyp og hugni verður tað.

Tiltakið er ókeypis, men meldast má til. Hetta verður sum vant gjørt hjá Símun Midjord á tlf 235340 ella við at senda teldupost til smidjord@ph.fo. Freistin at tekna seg til kvøldið er mikukvøldið 19. mars.